Tú kanst fáa limakrónur, um tú eru limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna og lýkur treytirnar fyri at fáa limakrónur.
Tú bleiv limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, tá tú gjørdist tryggingartakari í Betri Trygging.
Tú fært limakrónur fyri 2021, tí tú hevur havt virkna trygging hjá Betri Trygging í 2021 og hevur virkna trygging á degnum fyri ársaðalfundin í 2022.
Limakrónurnar verða ásettar við atliti at fíggjarstøðuni hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Tínar limakrónur verða ásettar í mun til tryggingargjaldið, tú hevur goldið til Betri Trygging farna árið.
Miðað verður ímóti at lata limakrónur hvørt ár.
Tað er Umboðsráðið, sum á aðalfundinum endaliga ásetur, hvussu nógv verður býtt út til limirnar. Avgerðin er tengd at fíggjarstøðuni hjá felagnum.
Fyri árið 2021 er í uppskoti at býta út 40 mió. kr. til limirnar, svarandi til, at hvør limur fær áleið 10 % av tryggingargjaldinum.
Tað er Umboðsráðið, sum á aðalfundinum endaliga ásetur, hvussu nógv verður býtt út til limirnar. Avgerðin er tengd at fíggjarstøðuni hjá felagnum.
Lýkur tú treytirnar fyri at fáa limakrónur fært tú fráboðan um upphæddina aftaná ársaðalfundin í apríl. Fráboðanin til privatkundar verður løgd á Mín trygging.
Limakrónur fyri 2021 verða latnar eftir ársaðalfundin í apríl 2022 og verða væntandi á tínari kontu um miðjan apríl.
Tann í húskinum, ið stendur sum tryggingartakari, fær limakrónur. Um tvey í sama húski standa sum tryggingartakari á hvør sínari trygging, so fáa bæði limakrónur (um tað er yvir lágmarkið).
Nei, skaðar hava onga ávirkan á limakrónur.
Tað er Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum letur limakrónur. Ársaðalfundurin í Ognarfelag Tryggingartakaranna ásetur, hvussu nógv verður latið í limakrónum.
Betri Trygging hevur ikki ávirkan á hesa áseting og Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur heldur onga ávirkan á, hvussu Betri Trygging t.d. prísásetur sína tryggingar.
Limakrónur kunnu tí ikki mótroknast í næsta uppkravi ella gevast sum avsláttur í tryggingargjaldinum.
Ja, limakrónur undir kr. 200,00 (áðrenn skatt) verða ikki útgoldnar. Tað vil siga, at er upphæddin kr. 199,00 verður hon ikki útgoldin, men er upphæddin kr. 200 verður hon útgoldin. Kundar har limakrónurnar eru undir lágmarkið, fáa ikki fráboðan frá okkum. Lágmarkið er m.a. ásett, tí at upphæddin er skattkyldug og umsitingarkostnaðurin av, at flyta smáar peningaupphæddir er lutfalsliga høgur.
Orsøkin kann vera, at:
Um tað síðsta er tilfelli, verður tú biðin um at seta teg í samband við Betri Trygging á tlf: 348 600. Privatkundar við Samleika hava møguleika fyri sjálvir at skráseta neyðugu upplýsingarnar á heimasíðuni.
Ja, limakrónur kunnu ávirka almennar veitingar. Tað er ymiskt, hvussu hetta ávirkar tann einstaka. Set teg í samband við stovnarnar, sum tú fært veitingar frá, fyri at kunna teg nærri. Ynskir tú ikki at fáa limakrónur útgoldnar av hesum orsøkum, so boða okkum frá á tel: 348 600
Eins og øll onnur inntøka eru limakrónur skattskyldug inntøka.
Inntøkan er at rokna sum B-inntøka bæði hjá vanliga skattgjaldaranum og hjá sjálvstøðugt vinnurekandi.
Um tú ert privatkundi ella sjálvstøðugt vinnurekandi nýtist tær ikki at skráseta limakrónurnar í sjálvuppgávuni. TAKS fær boð frá okkum um títt útgjald og verður skatturin trektur sjálvvirkandi.
Um tú ert vinnukundi er inntøkan at rokna sum einhvør onnur skattskyldug inntøka og má fyritøkan sjálv inntøkuføra hetta í rakstrinum.
Um tú ikki ynskir, at vit deila tínar upplýsingar við TAKS, vinarliga set teg í samband við okkum.
Fyri virkir er galdandi, at tey sum móttaka limakrónur, skulu inntøkuføra hetta í rakstrinum, sum einhvørja aðra vanliga inntøku. Talan er um vanliga skattskylduga inntøku hjá virkinum.
Tað er Betri Trygging, sum vegna Ognarfelag Tryggingartakaranna avgreiður øll tey umsitingarligu viðurskiftir, sum eru knýtt at útgjaldinum av limakrónunum. Tað eru upplýsingar um navn, bústað, p-/v-tal og kontonummar. Vit viðgera einans hesar upplýsingar, fyri at umsita og gjalda út limakrónur. Upplýsingarnar verða strikaðar, so skjótt vit ikki longur hava tær fyri neyðini. Les meira um viðgerð okkara av persónsupplýsingum og um tíni rættindi.
Ert tú tryggingartakari í Betri Trygging og hevur fastan bústað ella heimstað í Føroyum, ert tú limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna. Hetta gevur tær møguleika fyri at fáa limakrónur.
Tú skal lúka tríggjar treytir, fyri at fáa limakrónur.
Ert tú limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, hevur tú sum útgangsstøði møguleika fyri at fáa limakrónur. Legg til merkis, at tú einans fært limakrónur, um tú stendur sum ’tryggingartakari’ í tínum tryggingarskjali.
Fyri at fáa limakrónur skalt tú hava verið limur í undanfarna ári. Orsøkin er, at limakrónur verða ásettar eftir tryggingargjaldinum, sum tú hevur goldið farna árið. Ert tú t.d. nýggjur kundi og hevur teknað eina nýggja trygging frá 1. juli í farna ári og restina av árinum, so rokna vit tínar limakrónur fyri farna ár út frá prísinum á tínum tryggingum í seks mánaðir.
Fyri at fáa limakrónur, skalt tú somuleiðis vera limur dagin fyri regluliga ársaðalfundin í Ognarfelag Tryggingartakaranna.
Av umsitingarligum orsøkum er tað somuleiðis ein treyt fyri útgjaldi, at limirnir í seinasta lagi tann 30. novembur í tí roknskaparárinum, har Umboðsráðið á aðalfundi hevur tikið avgerð um at útgjalda limakrónur hevur latið felagnum p-tal ella v-tal, umframt kontonummarið, har útgjaldið skal flytast.
Tíni tryggingargjøld skulu vera á einum ávísum støði, fyri at limakrónurnar, ið tú hevur rætt til, eru hægri enn lágmarkið fyri útgjald. Markið er kr. 200,00 (áðrenn skatt).
Eru tínar limakrónur undir 200 krónur (áðrenn skatt) verður einki útgoldið. Orsøkin til hetta er, at umsitingarútreiðslurnar av at gjalda limakrónur út í slíkum førum, eru lutfalsliga stórar og harumframt er upphæddin skattskyldug.